Núverandi skipan gevur ikki børnum javnbjóðis rætt til bæði foreldur. Tað eigur at broytast.
Tað var ein bati, tá felags foreldramyndugleiki gjørdist ein náttúrligur partur. Men vit kunnu gera tað betur. Tí hóast foreldrini hava felags foreldramyndugleika, merkir tað ikki altíð, at barnið hevur javnbjóðis rætt og samband til bæði foreldur.
Børn hava tørv á báðum foreldrum. Tey hava tørv á nærveru, tryggleika og javnvág. Men tá foreldur fara hvør til sítt, er tað ofta skipanin og praktisku umstøðurnar, heldur enn barnsins besta, sum avgera, hvar barnið juridiskt hoyrir heima.
Familjumynstrini eru broytt nógv seinnu árini, og nógv børn vaksa upp í tveimum heimum. Kortini hevur skipanin framvegis lyndi til at gera annað foreldrið til høvuðsforeldur og hitt til samveruforeldur. Tað er ikki altíð fyri barnsins besta.
Tí eigur útgangsstøðið í lógini at vera, at barnið hevur javnbjóðis rætt til bæði foreldur og bústað hjá báðum foreldrum (uttan so at serlig viðurskifti tala fyri einum øðrum).
Javnbjóðis samband við bæði foreldur eigur at vera meginreglan – ikki undantakið.
X við René Karbech Rasmussen
Javnaðarflokkurin













