Børn líða undir ræðuligum harðskapi

- Tað eru eisini føroysk børn, sum líða undir ræðuligum harðskapi, og tað er mín vón, at vit megna at steðga hesum, sigur Annika Olsen, landsstýriskvinna.

Hvussu hevur árið 2014 verið?

 

- Sum heild hevur árið gingið væl, men okkurt kundi heilt vist verið gjørt betri. Sum almannamálaráðharri situr tú altið við eini kenslu av ikki at røkka øllum, men tá er eisini umráðandi at gleðast um glottarnar og royna at røkka enn fleiri.

 

Tað sigur Annika Olsen, landsstýriskvinna.

 

Hvat minnist tú best frá 2014?

 

- Tað, sum eg politiskt minnist best, er, at heimið fyri sálarsjúk læt upp , at børn við fjølbreki loksins hava fingið betri karmar, at barnahúsið er komið og er væl móttikið og ikki minst, at okkara eldru loksins eru komin heim til kommunurnar, har tey fara at fáa ta bestu tænastuna. Persónliga gleðist eg um og eri takksom fyri at hava alla mína familju rundanum meg. Tað er eingin sjálvfylgja.

 

Hvat var tín størsta persónliga uppliving í 2014?

 

- Mín størsta persónliga uppliving var, tá maðurin og eg gjøgnumførdu ein hálvan "iron man". Tað var hart, fysiskt sum psykist, men via gott teamwork gjøgnumførdu vit bæði. Næsta málið er ein heilur "iron man", sigur landsstýriskvinnan.

 

Hvat vilt tú helst gloyma frá 2014?

 

- Ræðuleikarnar sum IS hava framt vil eg helst gloyma. Men, eg harmist sanniliga eisini um okkara heimligu viðurskifti, har børn í Føroyum framvegis eru útsett fyri ræðuligum harðskapi. Tað skal vera mín vón, at vit megna at steðga hesum harðskapi.

 

Hvat ynskir tú tær í 2015?

 

- At eg megni at geva mær meiri far um míni nærmastu, mína familju og tey menniskju, sum hava nakað at týða fyri meg. Politiskt er tað mín vón, at vit megna betri at gera breiðar politiskar semjur, sum kunnu skapa tryggleika, virðing, birta vón og álit millum fólkið, sum hevur givið okkum sítt álit. 

 

At enda ynskir Annika Olsen, landsstýriskvinna, øllum Føroya fólki eini gleðilig jól og eitt av Harranum vælsignað nýttár.