Bøta vit ikki samferðslunetið doyr útjaðarin

Fíggjarnevndarformaðurin heldur, at ongar nýggjar íløgur eiga at verða gjørdar í miðstaðarøkinum

Eirikur Lindenskov


Í uppskotinum til løgtingsfíggjarlóg fyri 1998 verður skotið upp at nýta 112 milliónir krónur til íløgur. Hesar íløgur umfata m. a. projektering og keyp av grundstykki til nýggjan studentaskúla í Havn, pengar til Tórsvøll í Havn og pengar til at varðveita Kirkjubømúrin.

Í útvarpinum sunnudagin bar Sune Jacobsen, fíggjarnevndarformaður fram tey sjónarmið, at ongar nýggjar íløgur skulu gerast í miðstaðarøkinum.


Skulu gera íløgurnar

í Havn lidnar

? Eg haldi eg eri eitt sindur misskiltur í hasum, sigur Sune Jacobsen. ? Eg skrivaði eina grein í vár í samband við, at formaður í Føroya Handverkmeistarafelag ávaraði ímóti at gera fleiri íløgur í miðstaðarøkinum - og helt, at vit heldur áttu at spjatt tær runt um landið.

? Hann vísti eisni á, at nógva staðni kring landið er tað so eiðasørt við handverksarbeiði. Tað er út frá hesum, eg nevndi hasi sjónarmiðini, sigur Sune Jacobesen.

? Eg gjørdi mær eisini tann ómak at eg hugdi eftir einari og einari íløgu, og niðurstøðan hjá mær var, at vit áttu at gera tær íløgurnar, sum eru í gerð í Havn lidnar. Eg nevndi eisini Landssjúkrahúsið, tí vit kunnu ikki koma uttan um - vit sum onkuntíð eru har - at har treingir til at verað gjørt nakað, sigur Suni Jacobsen, sum eisini vísir á, at tú nýtist ikki at vera serkønur fyri at síggja tað.

? Vit hoyra eisini, at Føroyar tjykna um miðjuna. Øll tey, sum nú flyta heimaftur, flyta til Havnar - ella til miðstaðarøkið.

? Í mínari verð, so mugu vit siga ja ella nei, um vit vilja vera við til hesa gongd, heldur hann.


Toftir verður miðstøð

? Tann stóri munurin á 80?unum og 90?unum í míni verð er tann, at í 80?unum hevði tú ein ráfiskagrunn, tú hevði sama avreiðingarprís, hvat tú so avreiddi og t. v. s. at skipini avreiddu har, tey hoyrdu heima.

? Men nú er øðrvísi. Mínar visiónir eru, at tað allarhelst verður Toftir, sum verður tað staðið, har so at siga alt virksemið verður har, so at skilja, at tað verður á Toftum at seljari og keypari møtast.

? Skal útjaðarin, sum nú verður Suðuroy, Sandoy, Norðoyggjar og Vágarnar. Skulu hesi øki hava nakran møguleika at vera við í fiskaarbeiðinum - og tað skulu tær, heldur Suni Jacobsen - so mugu tær hava eitt betur samband til miðstaðarøkið.


Undirsjóvartunnil nátúrligur liður

Suni Jacobsen dylur ikki fyri, at ein undirsjóvartunnil undi Vestmannasundi er ein nátúrligur partur av hesum.

? Eg dugi illa at ímynda mær hetta heilt konkret beint nú, men sum vit síggja í fíggjarlógini, so eru bara 112 milliónir avsettar, og fíggjarmálaráðharrin hevur eisini boðað frá, at tað, sum sett er av til rakstur, er tað hægsta hann ímyndar sær. Um vit so finna nakrar sparingar á rakstrarsíðuni, fyri at fáa meira til íløgur, er vónleyst at siga enn, sigur Suni Jacobsen.

Annars vísir fíggjarnevndarformaðurin á, at tað ikki er heilt rætt skilt, at tað bara eru íløgurnar, sum merkja arbeiði.

? Ofta verður tað skilt soleiðis, at rakstrarútreiðslurnar eru til tey fastløntu, meðan íløgurnar eru til tey ófaklærdur og til handverkararnar. Hetta er bara partvíst rætt, sigur Suni Jacobsen.


Rakstur í Havn gevur eisini handverksarbeiði

? Tað sum vit tá ikki hugsa um er, at í rakstrinum eru ofta rættuliga stórar upphæddir til viðlíkahald, sum eisini fara til handverkarar. Tí er tað, at eg sigi, at fyri tað um vit ikki hava nógvar íløgur í miðstaðarøkinum, so kunnu vit kortini hava nógvar handverkarar í arbeiði, tí nógvir almennir bygningar eru í Havn, sum hava sett stórar upphæddir av til viðlíkahald..

Tí heldur fíggjarnevndarformaðurin, at tað er skilagott - og gott fyri landið, at steðgað verður á við nýíløgum í miðstaðarøkinum, og at ætlanin um nýggjan studentaskúl, ætlanin um Tórsvøll og ætlanin at umvæla Kirkjubømúrin sostatt fyribils verða útsettar.

Suni Jacobsen leggur dent á, hvussu stóran týdning samferðslukervið til miðstaðarøkið hevur.

? Meðan vit øktu landskassaskuldina frá 0 til 7 milliardir krónur gjørdu vit einki fyri at bøta samferðslukervið - gera vit tað ikki nú, so doyr útjaðarin!