Tað var ein ikki sørt skakkur Bogi Andreasen, Sosialurin fekk í hornið í morgun. Eftir hansara fatan er onki broytt í mun til samgonguavtaluna, sum Tjóðveldi og Javnaðarflokkurin undirskrivaðu valnáttina. Eftir tí avtaluni skal Heðin Mortensen halda fram sum borgarstjóri, meðan Bogi Andreasen, sum fekk 489 atkvøður, sjálvur verður varaborgarstjóri. Bogi Andreasen sigur, at fráboðanin hjá Jógvan Arge má standa fyri hansara egnu rokning.
- Tað eg veit av, hava vit verið sera væl nøgd við avtaluna, og samstarvnið hevur verið positivt higartil. Eg veit ikki, hvat Jógvan Arge meinar við, og eg haldi tað vera sera óheppið, at hann úttalar seg soleiðis uttan at tosa við okkum fyrst. Men hetta mugu vit taka upp innanhýsis, sigur Bogi Andreasen, sum eisini hevur tosað við Jákup Símun Simonsen, nývalda tjóðveldisumboðið, í morgun. Heldur ikki hann visti av nøkrum, fyrr enn Jógvan Arge kom út við áheitanini um time-out.