Bókhaldsfólk til P/F Frost

Vit søkja eftir fólkið til bókhald og skrivstovu arbeiðið at byrja eftir nærri avtalu.

 

P/F Frost fevnir víða í føroyska samfelagnum og veitir tænastur innan el og køling til vinnu og skip.

 

Skrivstovan er á Hjalla í Tórshavn.

 

 

 

Arbeiðsuppgávur verða m.a.:

 

  • Alt bókhald.
  • Skrivstovuhald og móttøku.
  • At svara telefon og upprætta arbeiðsuppgávur í okkara skipan.
  • At røkja skrivstovu í samband við tilfar o.a.

 

 

 

Vit vilja, at tú:

 

  • Hevur skrivstovuútbúgving ella aðra viðkomandi útbúgving og royndir.
  • Ert sera væl skipað/-ur, hevur yvirlit eins og eyga fyri smálutum.
  • Ert tænastusinnað/-ur, tekur ábyrgd og heldur avtalur og tíðarfreistir.
  • Hevur lætt við at seta teg inn í kt-skipanir.
  • Dugir væl føroyskt, danskt og enskt i skrift og talu.

 

Tað er ein fyrimunur, um tú hevur royndir við bókhaldsskipanini Dynamics 365 Business Central.

 

 

 

Vit bjóða tær:

 

Eitt gott starv á einum góðum arbeiðsplássi við fittum starvsfeløgum, har vit vilja gera nógv fyri starvsfólkatrivnaðin. Vit hava ein góða og nýggja skrivstovu við frálíkum útsýni.

 

Talan er um eitt fulltíðarstarv frá 8 – 16.

 

 

 

Løn:

 

Vit vilja bjóða góða løn til rætta fólkið.

 

 

 

Umsóknarfreist er 13 mai 2024.

 

Nærri upplýsingar um starvið fáast við at venda sær til Niclas A. Poulsen, stjóra hjá P/F Frost, á tlf. 217811 ella við telduposti til niclas(at)frost.fo

 

Umsóknir til starvið skullu sendast til niclas(at)frost.fo