Bolt fer eftir 400 metra-meti

Trífaldi OL-gullvinarin, Usain Bolt, hevur longu heimsmetið á bæði 100- og 200-metra teinunum. Nú vil hann eisini seta nýtt heimsmet á 400 metrum. Um vikuskiftið vann hann eini kapping í Kingston á Jamaica, har hann longu eftir fyrstu 300 metrarnar hevði knúst feltið. Tíðin hjá Bolt gjørdist 46,35 sekund, so enn er nakað at arbeiða við, áðrenn Bolt hótti metið, sum Michael Johnson setti í Sevilla í 1999. Tíðin tá var 43,18 sekund.