PGE Narodowy leikvøllurin í Warszawa er ein av teimum flottu leikvøllunum í Evropa. Hann tekur um 57 túsund áskoðarar og hevur flestu hentleikar, sum ein slíkur leikvøllur skal hava. PGE Narodowy bleiv bygt í samband við EM 2012, sum var í Póllandi og Ukreina.
Grasið er grønt og vøllurin sær út sum eitt teppið, ið gjørt til endamálið. Yvir miðringinum hanga fýra risa skermar, so ongin áskoðari keðir seg til dystin. Eisini var ein ørgrynna av fólki til arbeiðis á leikvøllinum í dag og tað stóð ikki á at fáa reglarnar á polskum frá vaktunum.
Men til landsliðsvenjingina í dag kom ein áminning um, at týdningarmiklasti partur av fótbóltsspælinum er leðurkúlan. Venjingin var ikki meir enn byrjað, tá eitt brøl kom úr miðkringinum.
- Bóltarnir sokka!
Tað var ov lítil luft í flestum øllum bóltunum. Hetta bleiv rættað og føroyska liðið kundi løtu seinni venja sum ætlað í sólini í Warsawa. Dysturin verður í morgin klokkan 19.45. So er spurningurin um tað verður luft í bóltunum tá?