Býráðslimur: Korta nei til gjald á parkering í Havn

– Vit hava ikki brúk fyri at leggja meira gjøld og harvið byrðar á borgarar í Havn við bili, sum ferðast í miðbýnum

Tað sigur Birgir Nielsen, býráðslimur í Havn fyri Fólkaflokkinum.

 

Tað sigur hann, eftir at Tórshavnar býráð boðaði frá, at Elsa Berg, borgarstjóri, hevur tosað við Jóhan Christiansen, landsstýrismann, um at útvega Tórshavnar kommunu loyvi frá landsstýrinum at taka gjald fyri parkering.

 

Lesið eisini: Ætla at taka gjald fyri parkering í Havn

 

– Tað sum vit veruliga hava brúk fyri er ein parkeringstunnil ella eitt parkeringshús, sum kommunan ella privatar fyritøkur kunnu byggja. Og til slíkar nýggjar parkeringsmøguleikar eigur sjálvsagt at fáast heimild til at taka parkeringsgjøld, sigur Birgir Nielsen.

 

Hann heldur tað vera undarligt, at Elsa Berg, borgarstjóri, í tíðndaskrivinum í gjár ikki nevnir betri parkeringsmøguleikar við parkeringstunnli ella parkeringshúsi í Miðbýnun við einum orði.

 

##med2##

 

– Fólkaflokkurin er ímóti at leggja fleiri kostnaðir á núverandi parkering í Miðbýnum.

 

– Men parkeringsgjald til parkeringstunnil ella parkeringshús vilja vit sjálvsagt stuðla, sigur Birgir Nielsen.