Jarðfeingi ger í hesum døgum kanningar, sum skulu vísa, um bergvarmi kann nýtast til upphiting av húsum, stendur at lesa á heimasíðuni www.jardfeingi.fo Eitt svenskt borifelag er í ferð við at bora tey fyrstu royndarholini, teir hava borað í Havn og á Tvøroyri og í dag verður borað í Sandavági, tað skal borast 200 metrar niður, tað rokna teir við at klára í dag.
Fólk frá Tekniska Universitetinum í Lund í Svøríki skulu gera varmamátingar í hesum holum. Úrslitini av mátingunum skulu vísa, um grundarlag er fyri at fara víðari við kanningunum. Um tað vísir seg, at varmaframleiðslan úr holunum er ov lítil til upphitingarendamál, verður verkætlanin steðgað, og ein vísindalig frágreiðing skrivað. Vísa kanningarnar hinvegin, at nóg mikið av orku fæst úr holunum, verður beinanvegin farið víðari at bora fleiri hol.
Ætlanin við hesi kanningini er at veita bergvarma til seks hús. Talan er um nýggj hús og eldri hús í ymsum støddum, vald á slíkan hátt at holini eru í bæði ovastu-, mið- og niðastu fláum.
Varmapumpur verða nýttar at flyta varman úr berginum inn í húsini. Fyrimunir við bergvarma eru: 1) Hægri nyttustig, tí rímuliga støðugt hitastig er í berginum alt árið 2) Tekniska útgerðin er undir jørð og inni í húsinum og harvið vard móti veðri. Av tí sama hvørki sæst ella hoyrist útgerðin í nærumhvørvinum.
Um alt gongur eftir ætlan, eru varmapumpur settar upp og farnar at virka í royndarhúsunum í august/september mánaða. Jarðfeingi fer við mátingum at fylgja gongdini nøkur ár fram í tíðina. Væntandi ber tó til eftir hálvum til einum ári at staðfesta, um grundarlag er fyri at nýta bergvarma í Føroyum.