Borðtennis kann doyggja út

Umstøðurnar at spæla borðtennis í høvuðsstaðnum eru vánaligar.

Lítla ítróttargreinin borðtennis hevur tað ikki gott í Føroyum. Til eina kapping leygardagin vóru einans 28 luttakarar, og tað er tað lægsta luttakaratalið í eini 35 ár.

 

- Lækkandi luttakaratalið boðar týðiliga frá, at nú er eitt lágmark rokkið, ið ikki skal lækka meir, tí annars doyr borðtennisítróttin í Tórshavnar kommunu, sigur Peter H. Niclasen, formaður í borðtennisfelagnum Tór í Havn.

 

Tað eru umstøðurnar og serliga ein manglandi borðtennishøll, sum ger, at áhugin er lítil og at felagið ikki fær hýst fleiri leikarum.

 

Í Sosialinum, sum kom út í dag, er drúgv samrøða við Peter H. Niclasen, har hann eitt nú greiðir frá hvussu ofta teir hava fingið lyfti um høll frá kommununi, men at tey lyftini eru vorðin brotin ferð eftir ferð.