Borðtennis skal spæla um 5. plássið

Skrædl ímóti Guernsey, men vunnu síðani knúsandi sigrar ímóti Hetlandi og Isle of Man.

Seinastu dystirnir í bólkaspælinum í liðkappingini í borðtennis hava verið í dag. Tað gjørdist rættiliga skjótt greitt, at føroyska landsliðið neyvan fór at spæla seg víðari, tvs millum tvey tey fremstu, men tey megnaðu so at tryggja sær triðja plássið. Tað setir tey í rættiliga góða støðu.


Lagt varð fyri í morgun ímóti Guernsey, sum helst er sterkasta liðið í kappingini, og har taptu Føroyar 7-1 í dystum. Triðja plássið í bólkinum varð tó tryggjað, tá ið føroyska liðið vann heili 7-0 ímóti Hetlandi.


Síðani skuldi plaseringsdystir spælast, og her skulu Føroyar spæla um plássini 5 til 8. Fyrsti dysturin var í kvøld, og var hann ímóti Isle of Man. Føroyar vunnu sannførandi 4-0. Í plaseringsdystunum verður spælt fyrst upp í fýra.


Serliga søgan í dag var tann, at allir landsliðsleikararnir sluppu at royna seg. Teir vóru Fróði F. Jensen, Pætur Albinus, Hallur Thorsteinsson, Hanus Sørensen, Henrietta Nielsen, Durita F. Jensen og Anna Mikkjalsdóttir.


Við til søguna hoyrir, at 14 ára gamli Hanus Sørensen fekk sín fyrsta dyst á oyggjaleikum. Hann vann 3-1. Tað sama gjørdi Anna Mikkjalsdóttir, sum vann sín dyst 3-0.


Í morginárini verður spælt ímóti Jersey um hvør skal enda nummar 5 og 6 í liðkappingini.