Tað er eingin loyna, at parkeringsviðurskiftini í miðbýnum í Havn kunnu vera út av lagi vánalig. Serliga gongur tað út yvir tey, ið hava bústað í miðbýnum.
Tórshavnar kommuna hevur eisini arbeitt við eini verkætlan, har parkeringsloyvir verða latin teimum íbúgvum í miðbýnum, ið ikki hava parkeringsmøguleikar á egnum bústaði.
Nú fáa so havnarborgarar møguleikan at siga sína hugsan. Býarskipanardeildin hevur, í samráð við Elin Lindenskov, forkvinnu í teknisku nevnd, bjóðað íbúgvunum í miðbýnum til borgarafund. Tað skrivar Tórshavnar kommuna á síni heimasíðu.
Fundurin verður í Perluni mánakvøldið 18. apríl klokkan 19.30.