Borgarligur politikkur tá hann er bestur

Sjálvdan fyrr hevur okkara løgting verið so væl mannað við sjálvsøknum og politiskum klandrivættum.


Tiltikið var klandurlandsstýrið ið sat frá 1980-84, ein samgonga við einum samgonguleiðara, ið sá seg noyddan at hava eina grein 13 um samgonguni skuldi verða lív lagað.

Við undantakið av verkamannafylkingini mynda somu flokkar landsstýri ídag, og sigast má, at sjáldan ella ongantíð fyrr hevur politiski ruðuleikin verið so fullkomin, sum undir sitandi samgongu.

Var tað nakað annað parlament við bara einum veti av sjálvsvirðing, hevði tað fyri langt síðan tikið avleiðingarnar av tí politiska sjónleiki, sum dag og dagliga hevur verið at hoyrt og sæð í fjølmiðlunum.

Men sjálvt um somu fjølmiðlar yvir fyri tí føroyska veljaranum, ferð aftaná ferð hava sett bæði løgmann, landsstýrismenn eins og samgongupolitikkarar í skammikrókin soleiðis at bæði síggjarar og lurtarar hava krympa tærnar av berari skomm, so hava somu politikkarar látist sum einki.

Ongantíð er ein sovorðin miðvísavnan við hundraðtals av starvssetanum í miðøkinum farin fram, uttan at eitt tað einasta alment starv hevur verið sett uttan fyri miðøkið.

Fyri at eingin ivi skal verða um, hvat tað er fyri politikkur sum skal fremjast við sjálvstýrisflokkinum og verkamannafylkingini sum klípir, so er sitandi samgonga nú gott 1/2 ár eftir til løgtingsval farin undir útsølu av teimum almennu fyritøkum, sum kasta nakað av sær.

Niðurstøðan av tí politikki, ella rættari sagt væntandi politikki, ið henda borgarliga samgongan hevur staðið fyri, vísir okkum enn einaferð, at borgarligu flokkarnir ikki bara her á landi, men í øllum norðanlondum eru eitt sera gott dømi um, at reinur borgarligur politikkur bert er ein hvørvisjón. Tí óansæð um teir borgarligu flokkarnir hava greiðan meiriluta, so er egoisman og sjálvsøknið so inngrógvið at teir ongantíð kunnu semjast um ein politikk, sum fjøldin kann njóta gott av.

Teir kalla seg liberalar, so tað skuldi verið so líka til ikki bara at privatisera telefonverkið, tí tað liberala røkkur longri enn so, hví ikki gera sum teirra floksbrøður í Amerika og privatisera sjúkrahúsverkið.

Tá hevði kjarnan í fólkaflokkinum og teirra fólkatrygging komið væl við. Men hvussu við teimum 10-tals milliónum av amerikanarum, sum ikki hava havt ráð til eina trygging, teir liggja heilt einfalt og bløða út uttanfyri sjúkrahúsportrið, meðan sjúkrabilarnir koyra aftur fram við teimum.


Frank Davidsen