Teir fýra borgarstjórarnir í Sandoy átala harðliga og taka stóra frástøðu frá útsøgnini hjá borgarstjórum í Vágum og í Norðoyggjum um, at tá ið undirsjóvartunlarnir eru goldnir, skal tað vera ókeypis at koyra ígjøgnum teir.
Hetta fellur sandoyingum tungt fyri bróstið, sum teir siga
Hetta taka sandoyingar sum um at vágafólk og norðoyingar ikki vilja vera við til at fíggja arbeiðið at byggja samferðslukervið út.
Brandur Sandoy á Sandi, Gerhard Lognberg í Skopun, Linjohn Christiansen í Skálavík og Jákup Martin Sørensen í Húsavík hava umrøtt støðuna í kvøld og teir, staðfesta, at allir føroyingar hava goldið undirsjóvartunlarnar, sum einamest er vágafólki og norðoyingum til nyttu.
Og skal útbyggingin halda fram, er tað ein fortreyt, at eisini norðoyingar og vágafólk eisini rinda sín part av tí.
Sandoyingarnir halda, at politiski myndugleikin eigur at finna fram til ein felags fígging fyri alla samferðsluútbygging.
Men sleppa norðoyingar og sandoyingar undan at gjalda, verður tað eitt krav, at tað eisini skal verða ókeypis at sigla við Strandferðsluni.
Teir leggja afturat, at farið eigur at verða undir Sandoyartunnilin sum skjótast og hann skulu allir føroyingar verða gjalda í felag.