Borgarstjóri biður um umbering fyri at brenna Løkke

Løkke vildi hava umbering fyri, at borgarstjóri hjá Eindarlistanum áður hevur verið við til at brenna dukku, sum bar mynd av andlitinum hjá fyrrverandi forsætisráðharranum

 

Higartil hevur tað verið siðvenja hjá familjuni hjá Ninnu Hedeager Olsen úr Eindarlistanum í Danmark at brenna eina mynd av Piu Kjærsgaard úr Danska Fólkaflokkinum ella fyrrverandi forsætisráðharranum Lars Løkke Rasmussen á jóansøku.

Men tað er tað eftir øllum at døma ikki nú, tí tøkni- og umhvørvisborgarstjórin í Keypmannahavn biðjur nú um umbering fyri, at hetta hevur verið gjørt.

– Tað er sjálvandi slett ikki í lagi at brenna jóansøkuheksir við myndum av øðrum fólkum á. Tí skal eg inniliga biðja um umbering frá bæði Piu Kjærsgaard og Lars Løkke Rasmussen.

– Tað líkist ongum. Tað er ikki í lagi, skrivar hon í einum telduposti til Ritzau.

Tað var ikki gjørligt at fáa hana at greiða gjøllari frá.

Fyrrverandi formaðurin í Vinstra, Lars Løkke Rasmussen, fekk at vita um jóansøkusiðin og skriva í gjárkvøldið, at hann kravdi eina umbering.

– Eitt fólkavalt umboð fyri eindarlistan hevur hugað sær við at brenna meg á einum jóansøkubáli. Undir alt lágmark – ein umbering hevði verið upp á pláss, skrivað hann á Twitter.

Hann skrivar nú seinnapartin, at hann góðtekur umberingina.

Ninna Hedeager Olsen deildi sjálv myndir á Facebook 23. juni 2020 av dukkuni og skrivaði, at tey plagdu at brenna eina dukku við eini mynd av Piu Kjærsgaard, sum stovanði Danska Fólkaflokkin ella Lars Løkke Rasmussen.

Tað vóru bara vini hjá henni á Facebook, sum kundu síggja uppslagið.

Politiski leiðarin hjá Eindarlistanum, Pernille Skipper, kallar myndirnar fyri at fara »langt út um mark«.

– Eg havi ikki vitað um hetta fyrr enn í dag, skrivar hon í gjár, men havi fingið váttað, at Ninna Hedeager hevur verið við til eitt jóansøkuhald, har »heksin« var ein áklistrað mynd av Lars Løkke. Tað haldi eg, er at fara langt út um mark og ber boð um vánalig dømingarevni, skrivar Skipper í einum telduposti til Ekstra Bladet.

Ninna Hedeager Olsen hevur longu boðað frá, at hon ikki stillar upp aftur á kommunuvalinum í november.

Myndirnar av Løkke-dukkuni koma í kjalarvørrinum av, at trý fólk í gjár vórðu handtikin fyri at brenna eina dukku við andlitinum av Mette Frederiksen klistrað á.

Á dukkuna var skeltið við orðunum.: »Hon má og skal avlívast«.

Tveir av teimum handtiknu vórðu settir fyri ein dómara í gjár. Tann síðsti vart fyri ein dómara í morgun.

Brennngin av mannequindukkuni fór fram í sambandi við eina mótmælisgongu ímóti koronutiltøkunum framman fyri konsertstaðið Forum á Frederiksberg í Keypmannahavn. Sambært ákærunum kl 19.25.

Tað var bólkurin »Men in Black«, sum skipaði fyri mótmælisgonguni.

/ritzau/