Borgarstjórin heldur seg ikki til lógirnar

Gerðabókin: Undirritaði hevur í nógv ár havt illgruna um óreglusemi í Kunoyar Kommunu, og nú eftir at hava sitið í kommunustýrinum síðani 1 januar 2005, kann eg staðfesta at sjáldan kemur roykur av ongum brandi

Eg sat eitt stutt skifti í kommununi í 2003 fyri John Damberg, ið tá var í far­loyvi. Eg sat 9 mánaðir og kommunan hevði einans 4 fundir í hesi tíðini, og eg sá ongantíð gerðabókina.

Vit hava eina kommunustýrislóggávu, ið sigur: § 25. Borgarstjórin ansar eftir, at allar samtyktir á kommunustýrisfundi verða førdar í gerðabók, sum við fundarlok skal verða lisin upp og undirskrivað av øllum teimum luttakandi kommunustýrislimunum. Eg var nýggjur innanfyri kommunuarbeiði tá, so eg gjørdi ikki meira við hetta tá, men legði mær hetta væl í geyma.
Tað eru 3 ár liðin síðani tá, og eg eri enn ikki sloppin at skriva undir gerðabókina fyri 2003. So í gerðabókini standa einans 4 undirskriftir, sjálvt um tað stendur, at Jákup Jacobsen var møttur fyri John Damberg. Tað hevur nevnliga verið soleiðis, at gerðabókin ikki hevur verið førd á kommunustýrisfundunum í Kunoyar kommunu. Hetta skeiðið byrjaði í januar 2005 og á fyrsta fundinum haltaði við gerðabókini. Tá eg spurdi, hvar gerðabókin var, tók Heini smílandi til, at gerðabókin var full. Við øðrum orðum, hevði hann onga gerðabók, tá skeiðið byrjaði.
Eg kundi bert staðfesta, at innan fyri hetta umráðið koyrdi borgarstjórin í sama spori hesum viðvíkjandi, eins og í 2003.
Í fundarskipanini hjá kommununi stendur millum annað í § 15: Tá ið ein fundur er lokin og gerðabókin er lisin upp, skal hon verða undirskrivað av øllum, sum hava verið á fundinum.
Eg gjørdi vart við hetta beinavegin, men tað gingu fleiri fundir, har borg­ar­stjórin einans býtti ørk út. Síðani eg gjørdi vart við hetta, er hetta komið uppá sítt pláss. Nú verður gerðabókin førd og skriva á hvørjum fundi.
Rætturin tikin frá kommunustýrislimunum:
Ferð eftir ferð havi eg havt ynskir um, at fáa ymisk mál við á skránna, men hetta er sum at sletta vatn á gás. Borgarstjórin tekur tað burturúr, ið hann heldur vera best. Restina tekur hann ikki við, og tað liggur helst í einari skuffu. Aftur her tekur Heini og skúgvar tann rættin til viks, ið ein kommunustýrislimur hevur, og heldur seg ikki til lógina, sum millum annað sigur: Henda áseting er tengd at einum rætti hjá øllum kommunustýris­lim­um til at spyrja um øll við­­ur­skifti og at krevja, at eitthvørt mál verður tikið við á fundarskránna til komm­unustýrisfundir.
Kunoyar kommuna hevur eina fundarskipan og tað er ein fundarskipan, ið Heini O Heinesen sjálvur hevur góðtikið og undirskrivað. Í tí fundarskipanini § 5 stend­ur soleiðis at lesa: Um limur seinast 8 dagar framman undan reglul­ig­um kommunustýris­fundi skriv­­l­iga hevur biðið um at fáa viðgjørt eitt mál, set­ur borgarstjórin málið á skránna til komandi fund. Soleiðis hevur Heini skriva og undirskrivað, ið kom í gildi tann 1. juli
2001.

Innlit:
Í § 17 stendur soleiðis: Komm­unustýrislimur hev­ur rætt at fáa skjalainnlit í málum, har tilfarið í end­a­ligum skapi er til skjals í kommunualu fyrisitingini.
Aftur her hevur borg­ar­stjórin skúgva til viks tann rættin, ið komm­un­u­stýrislimurin hevur.
Eg havi biði um innlit, men eg havi ikki fingið innlit í tað, ið eg havi biði um.
Øll mál skulu almann­a­kunn­gerast:
Tá ein fundur hevur verið í kommununi, so skal hann kunngerast. Tað stendur so­leiðis í lógini: § 27 stk 2: Yvirlit yvir tey mál, ið koma fyri á fundi, eins og úrrit úr gerðabókini fyri síðsta fund, skulu verða almannakunngjørd við fyri­liti fyri reglunum um tagnarskyldu.
Hetta verður heldur ikki gjørt, so borgarin kann ikki fylgja við, hvat ið komm­unan samtykkir á fundi. Hetta hevur borgarin krav uppá.
Tað mangla karmar á øll­u­m økjum:
Kommunan rennur seg fastan ferð eftir ferð í samband við ymisk mál. Grundin til hetta er, at kommunan ikki hevur karmarnar í lagi. Vit kunnu bara taka bygdaplanin fyri Haraldssunds bygd. Hann finst ikki, men hyggur tú á heimasíðuna hjá Kunoyar kommunu: www.kunoy.fo, so síggja vit munin. Har sært tú alt økið yvir Kunoy, men hyggur tú und­ir Haraldssund sært tú, at heimasíðan er í gerð, og soleiðis hevur hetta staðið í fleiri ár.
Tað er nógv onnur mál, ið eg ætli mær at viðgerða í komandi framtíð. Grund­in til at eg komið fram við hesum er, at hetta er mín skylda sum kommunustýrislimur, og at tað rætt at borgarin fær hetta at vita, men sannleikin er ofta illa lýddur.