Enn er ikki greitt, um borgarstjórin í Runavík stillar upp til býráðsvalið 8. november.
Tá in.fo spurdi Tórbjørn Jacobsen, um hann fór at taka av fólkatingssessinum, sum helst fer at standa honum í boðið eina tíð í heyst ella vetur, vildi hann ikki siga støðu sína, tí talan eru um leysar fuglar á takinum.
– Ein kommunalur sessur eftir valið 8. november er eisini at meta sum ein leysur fuglur á takinum. Tí gevi eg heldur ikki tí sessinum ans í løtuni.Tað er ikki so frægt, at eg havi tikið avgerðina um at stilla upp til kommunuvalið í heyst, sigur Tórbjørn Jacobsen.
– Tann einasti fuglurin, eg havi í hondini, er, at eg á nýggjárinum komandi kann fara oman á havnarskrivstovuna í Runavík fyri at røkja mítt gamla og góða arbeiði aftur sum havnarmeistari við Runavíkar havn. Haðani eri eg í farloyvi í løtuni, sigur Tórbjørn Jacobsen.