Heðin Mortensen hevur hesa Ólavsøkuna, eins og undanfarnu, havt opið hús, har øll vóru vælkomin at støkka inn á gólvið Borgarstjórin í Tórshavnar Kommunu, sum eftirhondini umfatar ein stóran part av Suðurstreymoy, hevði longu undan tjóðarhæátíðini boðað frá í bløðunum, at hann vanliga hevði opið hús á Ólavsøku.
Og mong vóru tey, sum løgdu leiðina framvið hjá Heðini hesar dagarnar.
Borgarstjórin sjálvur hevði víst á, at hann í mangar mátar var »sjálvforsýnandi« við bæði einum og hvørjum av trøðni, bæði tá tað snúði seg um kjøt og egg, og eingin fór heldur út aftur haðani, hvørki svangur ella tystur.
Portalutin stakk eisini framvið, og borgarstjórahjúnini vóru blíð og tíð. Har vóru alskyns borgarar frá tí minst metta fram til fremstu menn. Portalurin var eisini væl móttikin, og einki er at undrast yvir, at borgartjórahjúnini sóu seg noydd at tilkalla hjálp frá yngstu dóttrini, sum eisini stillaði upp til myndatøku.