Borgarstjóri skrivað undir yvirlýsing

Tórshavnar kommuna ger eisini politiskt vart við seg á ráðstevnuni COP21 í París.

Øll heimsins eygu eru hesa vikuna vend móti franska høvuðsstaðnum París, nú ráðstevnan COP21 er farin av bakkastokki. Hetta er stórur ST-fundur um veðurlagsbroytingar, sum setir dagsskránna kring heimin alla vikuna.  

 

Tórshavnar kommuna ger eisini politiskt vart við seg á COP21.

 

Heðin Mortensen, borgarstjóri, hevur saman við hinum borgarstjórunum í Norðurlondum skrivað undir eina yvirlýsing, har heitt verður á heimsins leiðarar um at taka neyðug stig til tess at venda gongdini og basa veðurlagsbroytingunum.

 

Borgarstjórin í Tórshavnar kommunu var longu í vár í Reykjavík, har hann saman við hinum borgarstjórunum umrøddi spurningin um veðurlagsbroytingarnar. Tá varð semja gjørd um at orða eina felags yvirlýsing, sum staðiliga heitir á allar partar í heimshøpi um at fáa semju í lag um hesa stóru avbjóðing.

 

- Yvirlýsingin verður handað leygardagin 5. desember, og til ber at lesa áheitanina frá Heðini Mortensen og hinum borgarstjórunum í Norðurlondum HER http://www.torshavn.fo/get.file?ID=2152> .

 

Tað sigur Tórshavnar kommuna í tíðindaskrivi í dag.