Borgarstjórin í Havn byrgir eitt sker av

Endamálið er at geva fuglinum frið at reiðrast

Í gjár gav borgarstjórin boð um at sperra Skinnarasker av fyri fólki. Tað skrivar heimasíðani hjá Tórshavnar kommunu. Orsøkin er at ternurnar eru farnar at reiðrast á Skinnaraskeri, sum er ytst undir Bryggjubakka, ella ytst í Vágsbotni.

 

##med2##

 

Og so leingi tær gera tað, verður forboð at ganga út á skerið. Samstundis eru boð sett upp á føroyskum og á enskum um, at tað er bannað at fara út á skerið, so leingi ternurnar reiðrast. Á skeltinum stendur: “Ternan reiðrast, latið fuglin fáa frið” á føroyskum og enskum.

 

Terna eigur ofta nær sjónum og reiðrini ligga tøtt, so tann, ið fer í ternubøli at ganga, skal ansa sera væl eftir ikki at traðka í reiðrini. Ternan verpur um mánaðarskiftið mai og juni og umleið tríggjar vikur seinni koma ungarnir út og rundan um ólavsøkuna eru teir floygdir.

 

Hesa fittu myndina tók Ingi Sørensen á Skinnaraskeri í fjør.