Dagfinn Olsen
Vágs Matmøðrafelag hevur sett sær fyri at lata Vágs Kommunu eina borgarstjóraketur, so borgarstjórin á hendan hátt kann prýða seg á jóansøku og annars kann seta dám á, tá tiltøk eru. Arnfinn Bjarkhamar, lærari, handar borgarstjóranum í Vági, Jógvani Krosslá, ketuna, tá hann setur jóansøkuna.
Tað eru Diona og Torgerð Suðuroy, ið hava evnað ketuna til.