Tað hevði tænt borgarstjóranum og sjálvum embætinum at hildið seg til veruleikan. Ein og hvør hevur møguleika at kanna eftir og síggja, at uppgerðin av skuld borgarstjórin vísti á í grein síni herfyri ikki er røtt
Í grein síni 30. januar hevði borgarstjórin nakrar útrokningar í sambandi við skuld kommununnar, har hann samanbar árini 2012 og 2014. Talvan, sum vísti skuldina við árslok 2012, var skeiv. Tí kenni eg tað neyðugt at rætta hetta, so borgararnir fáa rættar upplýsingar og røttu myndina av støðuni.
Eftir valið í 2012 varð málið um keyp av ítróttarhallunum fyri á býráðsfundi, har eg sjálv, eins og núverandi borgarstjóri, atkvøddu ímóti. Eg metti, at keypspeningurin var ov høgur og kundi tí ikki taka undir við málinum. Sum tað sær út nú, so hevur borgarstjórin óivað gjørt eina avtalu við sitandi samgongu, at hann skuldi taka undir við málinum, tá ið tað aftur kom fyri í býráðnum í januar 2013, har hann atkvøddi fyri málinum.
At borgarstjórin fyrst atkvøður ímóti, og eftir at hava tikið við sum borgarstjóri kúvendir, er sjálvandi hansara egna avgerð. Tað, sum eg ikki kann góðtaka er, at tá ið hann nú ger skuldina upp fyri árið 2012, so tekur hann keypið av ítróttarhallunum við. Eitt lán sum varð tikið upp í 2013 og ikki í 2012. Hetta er fullkomiliga at skeikla veruleikan og at villeiða.
Skuldin í 2012 var ikki
160 mió. kr., men 145,6 mió. kr.
Tá ið borgarstjórin í eini seinni grein enntá endurtekur, “tí er tað røtt framferð av undirritaða at taka hesa lántøkuna við í lániuppgerðina við ársskiftið 2012/13 og als ikki kreativt á nakran hátt. Kommunuskuldin er sostatt niðurgoldin við 14 mió. kr. í hesari býráðssetuni, samstundis sum gjaldførið er betrað við 10 mió. kr. Tryggur og skilagóður fíggjarpolitikkur”, vísir hetta eina ógvuliga stóra skeiklan í hugaheimi borgarstjórans. Antin hevur borgarstjórin ikki skilt tølini, ella skrivar hann ímóti betri vitan. Hann kann ikki gera skuldina upp á henda hátt, eftir at hann við síni egnu undirskrift í roknskapinum fyri sama ár sjálvur sigur, at skuldin við árslok 2012 var 145,6 mió. kr. og ikki 160 mió. kr., sum hann nú sigur í bløðunum. Hetta er faktuelt skeivt.
Taka vit talvuna aftur, so var bruttoskuldin við árslok 2012 145,6 mió. kr., og fyri 2014 er hon 146 mió. kr. Her sæst, at sitandi samgonga hevur goldið nakað niður í avdráttum, men harafturímóti er lán upptikið, sum er størri enn niðurgjaldingin, hesi árini vit hava havt metinntøkur.
At likviditeturin er vorðin so nógv betur, enn hann hevur verið og harvið nettoskuldin er 10 mió. kr. lægri enn í 2012, eiga borgarar og vinna eina væl uppiborna tøkk fyri. Hetta enntá við einum lækkaðum skattaprosenti.
Tí fari eg at endurtaka, og hetta hevur ein og hvør møguleika at kanna eftir og síggja, at uppgerðin av skuld borgarstjórin vísti á í grein síni herfyri ikki er røtt.
Gunvá við Keldu
Býráðslimur