Boris vísir bretum á Føroyar

Valstríðið í Onglandi um framtíðar lagnuna hjá bretska ES-limaskapinum er harðna síðstu dagarnar, nú partarnir eru farnir at stríðast um tær síðstu atkvøðurnar.


Eitt av sentralu evnunum í valstríðnum hevur verið umboðanin hjá bretska fólkinum í altjóða viðurskiftum. Nei-síðani hevur áhaldandi víst á, at bretsk áhugamál ikki verða umboðaði nóg væl í altjóða nevndum og stovnum, tí Bretland hevur eins og hini ES-londini, í stóran mun latið samráðingarrættin yvir í hendurnar á ES.


So tað var ikki óvanligt, tá Boris Johnson, fyrrverandi borgarstjóri í London og ein av mest eyðsýndu leiðarunum í stríðnum móti bretskum ES-limaskapi, í gjár treiv í evni, tá hann legði ein boðskap út á Facebook.


Hóast Føroyar er í eini líknandi støðu har Danmark umboðar føroysk sjónarmið í ymiskum viðurskiftum, so nevndi Boris Johnson Føroyar sum dømi um eitt land, ið hevur sess í týdningarmiklum altjóða felagsskapum.


- Um vit verða verandi, so verður okkara alheims ávirkan og týdningurin ikki styrktur, men viknaður – so hvørt sum ES náðileyst skumpar okkum til viks úr okkara sessum í altjóða stovnum, harímillum okkara sessum í IMF, í ST og í WTO. Enntá frá stjórnini hjá NEAFC, ið avger lagnuna hjá fiskasløgunum í meginpartinum í bretskum sjóøki. Íslands hevur ein sess, Norra hevur ein sess, Føroyar hava ein sess. Bretland er umboðað av ES-kommissiónini.


Hetta er ikki fyrstu ferð, at bretsk mótstøðufólk av ES nevna Føroyar. Til bretska tjóðartingsvalið í fjør brúkti Nigel Farage, leiðari fyri UKIP, eisini Føroyar sum dømi.


- Norðsjógvurin er skamt frá Hartlepool. Har hava bretar havt hundraðtals av arbeiðsplássum. Nú er alt burtur. Hví? Tí vit hava latið okkara sjógv av hondum til ES. Vit hava givið tað burtur.


- Nakað norðanfyri Norðsjógvin eru fyrimyndarlig dømi um stóru møguleikarnar í fiskivinnuni. Hygg at Íslandi, hygg at Føroyum, hygg at Noregi. Har er fiskivinnan big business, segði Farage tá sambært Portalinum.