Bót fyri at finnast at dømingini

Premier League: Frank Lampard, venjari hjá Everton, hevur fingið bót á 260 túsund krónur

Mynd: (Scanpix)

Frank Lampard, venjari hjá Everton, hevur fingið bót á 260 túsund krónur, fyri at alment at finnast at dømingini í grannauppgerðini millum Liverpool og Everton.

 

Venjarin hjá Everton var í øðini, tá dómarin, Stuart Attwell, ikki dømdi brotsspark til unga Anthony Gordon, tá hann fór umkoll í brotsteiginum hjá Liverpool.

 

- Tað er brotsspark í seinna hálvleiki til okkum, men eg haldi ikki at tú var tey á Anfield. Um tað var Mohamed Salah, so hevði hann fingið brotsspark, segði Frank Lampard millum annað.

 

Hann hevur nú fingið eina bót á 260.000 krónur, fyri at finnast at dómaranum. Everton endaði við at tapa dystin 2-0, men kláraði frísak í niðurflytingarstríðnum.

 

Mynd: (Scanpix)