Botnlið koppaði Arsenal

Tað var eitt trýst Arsenal-lið, sum í dag fekk vitjan av botnliðnum West Ham. Arsenal hevði tapt tveir teir undanfarnu dystirnir ímóti ávíkavist Everton og Liverpool, so liðið hevði nakað at prógva í dag. Men so var ikki.

 

Eftir at Arsenal hevði sitið á øllum fyrra hálvleiki, kom enn størri trýst at hvíla á liðnum, tá ið Bobby Zamora ovæntað legði West Ham á odda stutt fyri hálvleik.

 

Seinni hálvleikur var eitt varandi trýst á málið hjá West Ham, men m.a. ein stórspælandi Robert Green í West Ham-málinum syrgdi fyri, at Arsenal nú hevur tapt tríggjar dystir á rað.

 

Uttan stig í tríggjar dystir merkir, at Arsenal nú hevur fimm stig upp til Liverpool á triðja plássi, sum í dag vann 2-1 á Reading. Arsenal hevur tó leikt ein dyst færri.