Botnliðið basti NSÍ

1. DEILD: Eitt tað mesta óvæntaða úrslitið higartil í dag var tað, tá ið EB/Streymur við Margáir vann ímóti NSÍ

Eitt tað mest óvæntaða úrslitið higartil í ár var, tá ið næstbesta liðið hjá EB/Streymi seinnapartin vann 2-1 á heimavøllinum við Margáir ímóti NSÍ. Undan hesum umfarinum var EB/Streymur botnlið við sjey stigum, og NSÍ var á triðja plássi við 17 stigum.

 

Millum teir á liðnum hjá gestunum vóru Sjúrður Pauli Nielsen og Mórits Heini Mortensen, og beinanvegin eftir steðgin vóru bæði Búi Egilsson og Aron Knudsen settir á vøllin.

 

Jan C. Dam er venjari hjá EB/Streymi. Hann hevði Gutta Dahl-Olsen, sum leingi hevur verið darvaður av skaða, millum teir fyrstu ellivu, og eftir steðgin varð Petur Zachariasen skiftur inn.

 

Tá ið ein stórur hálvur tími var farin, legði Jákup Hummeland heimaliðið framum. Høgni Hummeland átti uppleggið.

 

Miðskeiðis í seinna hálvleiki javnaði NSÍ. Aron Knudsen skoraði, og Búi Egilsson átti uppleggið.

 

Fimm minuttir seinni, tá ið tað restaðu slakir 20 minuttir, skoraði Gutti Dahl-Olsen sigursmálið. Aftur hesaferð var tað Høgni Hummeland, sum átti uppleggið.

 

Hagtølini siga, at NSÍ vann 12 hornaspørk, og at EB/Streymur vann fimm hornaspørk, men í royndum ímóti málunum var tað væl javnari.

 

Óvæntaði sigurin ber við sær, at EB/Streymur hevur 10 stig, og NSÍ hevur framvegis 17 stig.

 

Leygardagin skal EB/Streymur spæla á Sandi, og NSÍ fær fríggjakvøldið vitjan av HB.