Fyrrverandi føroyski landsliðsleikarin, Claus Bech Jørgensen, hevði verið á vøllinum í eitt korter, tá hann varð útvístur í FA-CUP dystinum móti Birmingham um vikuskiftið.
- Í einum mótálopi varð eg sligin og sparkaður av Lee Bowyer, sum síðan hálar meg niður. Í eini roynd at sleppa upp fái eg eitt knæ í høvdið. Eg kendi meg noyddan at steðga honum við at hála í troyggjuna, so hann ikki gjørdi tað aftur og fekk mál, sigur Claus Bech Jørgensen við tipsbladet.dk. Hann leggur afturat, at felagið stuðlar honum.
- Bowyer er ein svínskur leikari, sum tú skal ansa eftir. Tílíkt hendir í hvørjum dysti, og tíverri sá dómarin hetta sum eina hevnissøku, sigur Claus Bech Jørgensen við tipsbladet.dk.
Miðvallarin hevur leikbann í trimum teimum komandi dystunum.