BP: -Enn er langt á mál

Fyri fyrstu ferð í 87 samdøgur rennur eingin olja úr BP-brunninum út í Meksikoflógvan, men bretska oljufelagið ávarar um, at enn er langt á mál. Amerikanski forsetin, Barack Obama, er eisini varin. Hann segði í gjárkvøldið, at tað er eitt gott tekin, at BP hevur tett lekan, men legði afturat, at enn kann nógv henda.

Leiðslan í BP sigur, at felagið heldur eitt sera vakið eyga við, hvat hendir niðri við brunnin. Talsmaður felagsins sigur, at tað er sera hugaligt at síggja myndir, sum vísa, at lekin er tettur, men at enn er langt á mál. Tað fer at taka nakrar dagar, áðrenn felagið endaliga kann siga, at trupulleikin er loystur, sigur hann.

Tað var í gjárkvøldið, at tað eydnaðist BP at tetta lekan við at loka tríggjar ventilar oman á einari trakt, sum felagið hevði sett oman yvir brunnin. Tá tann seinasti ventilurin bleiv latin aftur, steðgaði lekin.