Brúdleyp
Í dag, 29. mars, kl. 16.00 giftast í Glyvra kirkju Kaja Lamhauge, Lamba, og Christian Joensen, Fuglafirði. Veitsla fyri innbodnum verður á Restaurant Muntra kl. 19.30.
Starvsdagur
Fríggjadagin 28. mars hevði Esbern Joensen, Sørvági, verið í starvi í Vága Floghavn í 25 ár. Í sambandi við dagin verður móttøka á flogvøllinum mánadagin 31. mars frá kl. 14.00 til 16.00.
Prógv
Lydia Langgaard Djurhuus, sosialráðgevi, hevur lokið prógv sum cand.scient adm. á Roskilde Universitet center.