Brúgvin um Fossá

Tey hjá Landsverki arbeiða í løtuni við at gera eitt prosjekt liðugt um eina nýggja brúgv við Fossá, sum liggur millum Haldórsvík og Langasand.

Ætlanin er somuleiðis at umleggja landsvegin.Arbeiðið gongur sum ætlað, og sum skilst er ætlanin at prosjekteringin skal verða liðug 1. desember í ár. Síðani skal arbeiðið bjóðast út komandi ár.