Atli Dam, sum var løgmaður, kvetti snórin, ið varð spentur tvørtur um brúnna. Arbeiðið við at gera brúnna byrjaði í mars 1971. Brúgvin er 220 metrar long og 9,5 metrar breið. Koyribreytin er 7 metrar breið og báðumegin er smøl gongubreyt, 1 metur breið. Mitt undir brúnni er siglingarrenna, ið er 25 metrar breið og klødd við bullverki. Siglingarhæddin er á kyrrindum 17 metrar. Byggifelagið E. Pihl & Søn, stóð fyri arbeiðinum at gera brúnna og Landsbyggifelagið hevði eftirlitið. Felagið Rambøll & Hannemann teknaði og projekteraði. Kostnaðurin varð umleið 13 milliónir krónur.
Teir sum hildu røður hendan dagin vóru: Mikkjal Helmsdal, landsverkfrøðingur, Petur Zachariasen, bygdaráðsformaður, úr Streymnesi, Jógvan Mørkøre, bygdaráðsformaður á Eiði, og Atli Dam, løgmaður.