Brúgvin um Streymin liðug

Fyrrapartin í dag varð skipað fyri hátíðarhaldi á brúnni um Streymin í sambandi við, at brúgvin nú er umvæld og ein spildurnýggj gongubrúgv verður tikin alment í nýtslu. - Nýggja gongubrúgvin skal gera tað trygt hjá fólki at ganga/renna millum størstu oyggjarnar báðar, hóast nógvu ferðsluna um brúnna. Vónandi kann hetta tiltak betra møguleikarnar fyri hesum, segði Annika Olsen, landsstýriskvinna í innlendismálum, millum annað í síni røðu aftaná inni í skúlanum á Oyrarbakka, har eini 300 børn og aðrir gestir vóru til staðar.

- Hetta at skilja bleyta og harða ferðslu er í tráð við 0-hugsjónina, og er eitt av tilmælinum í ferðslutrygdarætlanini frá 2007. Hetta er ein av fleiri verkætlanum hjá Landsverki fyri at økja um ferðslutrygdina á landsvegakervinum í hesum økinum seinastu árini. Eg kann til dømis eisini nevna trygdartiltøkini í Streymnesi og Hósvík, umframt dagføringina av Norðskálatunlinum, sum var liðug í 2009, segði Annika Olsen, landsstýriskvinna.

- Ein slík umfatandi dagføring hevur sjálvandi havt sína ávirkan á ferðsluna, meðan arbeiðið er farið fram. Tað hevur tó gingið fyrimyndarliga væl, tí bilførarar hava víst tolsemi. Uttan hetta hevði tað ikki borið so væl til, segði Ewald Kjølbro at enda í síni røðu og takkaði bæði bilførarum og arbeiðsfólki.

Til síðst tók borgarstjórin í Sunda Kommunu, Kim Durhuus, orðið. Hann vísti á, at brúgvin er ímyndin av samanhaldinum í kommuni.