Tað eru fyrst og fremst uppreistrardeildir og aðrar vápnaðar deildir uttan tilknýti til tað almenna, sum brúka børn sum hermenn. Tað stendur í einari nýggjari frágreiðing, sum ST hevur lagt fram.
Í frágreiðingini verður millum annað sagt, at uppreistrarherurin í Sri Lanka, Teir Tamilsku Tikararnir, brúka nógv børn sum hermenn. Tað sama verður sagt um uppreistrarfelagsskapirnar í Kolombia, sum hava brúkt børn sum hermenn í mong ár.
ST almannakunnger fjórða hvørt ár eina frágreiðing um støðuna hjá børnum í krígsherjaðum ella ófriðarligum økjum. Tann næstseinasta kom í 2004, og tá var semja um, at tað var neyðugt við altjóða tiltøkum og reglum til at verja børnini.
Ringast í Burma
-Tær seinastu kanningarnar vísa, at einki land hevur lutfalsliga so nógv børn í hermannabúna ella hertænastu sum Burma, sigur Jo Becker hjá felagsskapinum Human Rights Watch við NTB.
Men børn verða eisini brúkt sum hermenn í londum sum Tjad, Kongo, Somalia, Sudan og Jemen, og ST-frágreiðingin leggur ísraelska herin undir at hava brúkt palestinsk børn sum livandi skjøldur í fleiri førum.
Amerikanski ST-sendiharrin, Zalmay Khalilzad, segði í gjár, at ST-frágreiðingin er skelkandi lesnaður, og at USA harmast støðuna.
-Tað harmar okkum, at yvirgangsmenn og víðgongdir brúka børn í krígsstøðu, segði sendiharrin, sum fyrr hevur verið amerikanskur sendiharri í Irak og Afghanistan.