Brúka hjálm...og høvdið!

Av øllum festivalgestunum eru tað nakrir, sum skara meira burturúr enn aðrir. Ein av teimum er Jóannes á Fløtti úr Havn, sum síðan gjárkvøldið hevur gingið í einum motorsúkkluhjálmi.

 

"Mín boðskapur er einkul: Brúka hjálm," sigur Jóannes flennandi, "men gloym ikki at brúka høvdið!"

 

"Tað er eitt sindur av tilvild, at eg eri endaður í hesum hjálminum. Bogi Berg eigur hann, og so tók eg hann bara. Í fjør vóru vit í Kroatia, har vit m.a. sigldu í einum báti. Tá tóku vit eina melón, skóru hana í helvt og koyrdu hana upp á høvdið. So helt eg, at tað var passandi at fara í hjálm nú, tá vit ikki hava nakra melón her," sigur Jóannes skemtandi.

 

Uppmerksomheit skortar ikki hjá Jóannesi, tí fólk koma alla tíðina yvir og spyrja hann um hjálmin.

 

"Tá sigi eg bara 'high five', og so sláa tey á hjálmin og fara víðari," sigur Jóannes at enda.