Brúktu bara fimm minuttir

Arsenal var betra liðið at kalla allan dystin, men teir fingu sum vátan vøtt beint undan steðginum, tá Alessandro Diamanti legði West Ham á odda.

Og tann støðan helt sær, til 12 minuttir restaðu. Arsenal hevði trýst leingi, og teir fingu eisini løn at enda. Fyrst javnaði Aaron Ramsey eftir eitt væl gjøgnumspælt álop, og fimm minuttir seinni stútaði Eduardo bóltin í netið.