Dómur fall í sonevnda Brønderslev málinum fyrr í kvøld, og sum væntað varð pápin dømdur í forvaring. Tað merkir, at hann í teoriuni kann sita innistongdur alt lívið.
Og tað var heilt, sum ákærin hevði kravt. Hinvegin fekk mamman ein linari dóm enn ákærin kravdi, fýra ár móti teimum seks, sum ákærin vildi.
Bæði mamman og pápin kærdu dómin inn fyri hægri rætt. Pápin vildi hava ffrídøming ella í øðrum lagi linari revsing. Mamman kravdi frídøming.
Meðan mamman var til staðar í rættinum í Hjørring við revsiásetingina, helt pápin seg burtur, tí hann toldi ikki alt miðlatrýstið.
Tað var í februar í ár, at umheimurin fekk eyguni upp fyri ringasta dømi av vanrøkt mishandling í donsku søguni. Millum annað var dótturin óteljandi ferðir neyðtikin av egna pápa sínum.
Fyrr í mánaðinum vóru so bæði mamman og pápin dømd sek, og í dag varð so revsingin ásett.
Sambært elsta soninum hjá mammuni hon átti ikki elstu dóttrina, sum pápin átti saman við aðraru kvinnu vónaði hann undan revsiásetingini, at hann fekk mammuna heim við sær í kvøld.
Hon hevur livað í einum líka stórum helviti, sum restin av okkum, segði hann sambært donskum heimasíðum.