Brøður kappast um formansstarvið

Alt bendir á, at kappingin um formansstarvið í bretska arbeiðaraflokkinum fer at standa ímillum tveir brøður. Í vikuni kunngjørdi David Miliband, sum var uttanríkisráðharri í stjórnini hjá Gordon Beown, at hann fer at stilla upp til formansvalið.

Nú verður sagt, at yngri bróðir hansara, Ed Miliband, fer í dag at boða frá, at hann stillar eisini upp til formansvalið. Tað skrivaði blaðið The Times á heimasíðu síni í gjárkvøldið.

Ed Miliband, sum er 40 ára gamal, hevur verið ráðharri í skúlamálum. David, sum er 44 ára gamal, var uttanríkisráðharri í Brown-stjórnini, og teir flestu eygleiðararnir vænta, at hann hevur betri møguleikar at vinna formansvalið í arbeiðaraflokkinum enn tann yngri bróðurin.