Klæmint Weihe
Vit kenna hann sum sterka og støðufasta SEV-stjóran, sum seinastu 23 árini hevur staðið við róðrið á risa fyritøkuni. Hann stendur við sítt og hevur tikið megnar tøk á føroyska orkuøkinum, og hetta hevur meiri enn einaferð fingið bæði fjølmiðlafólk og politikarar úr stólinum. Verkfrøðingurin úr Sørvági hevur eisini markerað seg í øðrum umstríddum nevndarsessum og er í dag javnan frammi sum nevndarformaður í Smyril Line.
?????????
Fakta um Klæmint
Føddur í 1950
Radiomekanikari í 1971
El-verkfrøðingur í 1976
Verkfrøðingur á Datasabb frá 1977-78
Verkfrøðingur á Christian Rovsing frá 1979-80
Verkfrøðingur á SEV frá 1980-82
Virkandi stjóri á SEV í 1982
Stjóri á SEV frá 1983
Núverandi nevndarsessir: Nevndarlimur í Elnevndini, Føroya Dátusavni, Fjarhitafelagnum, SeaWave og Hotel Føroyum, og nevndarformaður á Smyril Line
?????
Pál Weihe
Treiski yvirlæknin og granskarin hevur í mong ár markerað seg sum ein av fremstu føroysku granskarunum. Kyksilvurkanningar hansara hava eisini gjørt hann kendan uttanfyri landoddarnar, og hann er javnan í fjølmiðlunum orsakað av sínum áhaldandi granskingararbeiði seinastu 20 árini. Hann var læknastjóri á Landssjúkrahúsinum í 11 ár, m.a. í turbulentu kreppuárunum fyrst í nítiárunum, og hann hevur umframt hetta verið virkin í ymsum nevndarsessum, sum hava havt tilknýti til heilsu og vælferð.
????
Fakta um Pál
Føddur í 1949
Studentsprógv í 1969
Læknaprógv í 1977
Granskari síðan 1985
Yvirlækni síðan 1988
Læknastjóri frá 1989-2000
Granskingarlektari í umhvørvislæknafrøði síðan 1995
Núverandi nevndarsessir: Formaður í Listafelag Føroya, nevndarlimur í Forskningsenheden for Maritim Medicin á Syddansk Universitet, nevndarlimur í Center for Arktisk Miljømedicin á Århus Universitet.
?????
Hvussu kunnu tit yvirornað lýsa tykkum sjálvar?
Pál: Tað er torført at lýsa seg sjálvan, men mín sjálvsfatan er, at eg eri bráður, gerist sera lætt hugtikin, eri ótolin og gerist lætt ágrýtin, um okkurt fangar mín áhuga. Tá eg fái áhuga fyri onkrum, leypi eg avstað og havi als ikki stundir at bíða eftir hinum, og tá hini so umsíðir eru sannførd um mína søk og taka undir við mær, eri eg longu kólnaður og farin í holt við okkurt annað. Men hóast hesar eginleikar havi eg kortini eisini megnað at vera áhaldandi ella treiskur. Mínar vælsignaðu kyksilvurkanningar hava eftirhondini verið í gongd í 20 ár, so hóast mítt lyndi havi eg eisini varðveitt nakað av kontinuiteti.
Eg havi eisini tann keðiliga eginleika at gera alt í seinastu løtu, og lívið hevði mangan verið lættari, um eg dugdi betri at leggja mínar uppgávur til rættis. Klæmint kallar tað "kaos management".
Hóast tað kann tykjast mótsigandi, upplivi eg eisini, at eg eri grundleggjandi dovin. Mangan føli eg, at tað bert er rutinan, sum ger, at eg fari upp um morgunin í staðin fyri at vera liggj-andi.
Klæmint: Eg eri arbeiðsnarkoman, sum familjan hevur goldið fyri, men eg dugi samstundis at kobla frá, leggja arbeiðið og álvarsemi til síðis og taka mær meiri av løttum. Eg elski at njóta friðin uttanfyri almenna ljósið, og sjálvur meti eg, at eg í ein mun eri smæðin, hóast kona mín helst sigur, at hesin pástandurin ikki er rættur. Í mínum arbeiði tori eg at standa við míni sjónarmið og vera støðufastur, og eg kann eisini vera bráður, hóast eg als ikki eri eins bráður sum Pál.
Minnilutin í Sørvági
Hvussu kunnu tit lýsa hvønn annan?
Pál: Sum Klæmint sjálvur nevnir, so torir hann at hava og standa við sína sannføring, hóast hetta mangan er torført í einum lítlum landi. Ein kann hava álit á honum, og tað, hann sigur, meinar hann eisini. Hann torir at skera ígjøgnum og taka eina avgerð. Sum bróður er hann vinarligur, tað er altíð "behagiligt" at koma inn til hansara, og vit hava eitt álitisforhold, har eg altíð kann seta orð á mín iva og mínar trupulleikar.
Klæmint: Pál er gávuríkur og ótrúliga forvitin, sum hevur við sær, at hansara áhugi fevnir um nógv ymisk øki, sum røkka langt út um hansara fakliga øki. Hann lesur nógv og fylgir sera væl við, og hann hevur klárað seg væl bæði í Føroyum og úti í heimi. Hann er hjálpsamur, erligur og óttast ikki at siga tað, sum liggur honum á hjarta.
Hvat/hvør hevur ávirkað tykkum mest?
Pál: Mamma og pápi umboðaðu eina samanseting, sum hevur ávirkað positivt og altíð verið ein íblástur fyri meg. Pápi var sera tolerantur yvir fyri øðrvísi sjónarmiðum, og hann tordi at hugsa sjálvur. Mamma var ein praktiskur íverksetari, sum í barnaárum okkara í Sørvági einsamøll bygdi ein handil upp frá grundini, sum var eitt drúgt arbeiði. Viljin og arbeiðssemi hjá mammu og tolsemi hjá pápa hava altíð givið mær íblástur.
Klæmint: Frá pápa fingu vit tann meiri spekulativa og perspektiverandi partin, meðan vit í mammu sóu praktiska viljastyrki og ágrýtni, og hetta hevur havt avgerandi ávirkan á okkum báðar.
Pál: Ein annar ávirkandi partur av okkara barndómi var, at vit vuksu upp í brøðrasamkomuni í Sørvági og upplivdu tí at vera partur av einum minniluta í bygdini. Hesar uppvakstrarumstøður gjørdu, at vit vandu okkum við at vera uttanfyri, og hetta hevði við sær, at vit vóru noyddir at hugsa sjálvir, gerast sjálvstøðugir og finna okkara egnu sjónarmið. Tað, at vit vóru "uttan fyri tilhaldið" og ikki partur av meirilutanum, styrkti okkum og hevði við sær, at vit tíðliga toldu at vera øðrvísi og í andglettinum, sum ein var tá tí tíðini, um ein ikki var partur av fjøldini.
Klæmint: Í slíkum royndum og avbjóðingum eru møguleikarnir tvinnir: antin knekkar tú og gevur eftir, ella kemur tú styrktur frá tí, og tað seinna var galdandi fyri okkum. Tað hevur tíverri eisini víst seg seinni, at tilknýtið til hesa ávísa samkomu hevur verið nýtt í almennum atfinningum, serliga av ávísum fjølmiðlafólkum. Tað hoyrir ongastaðni heima.
Ongar ambitiónir
Tit hava báðir gjørt um tykkum, tykjast ambitiøsir og eru í dag almenn andlit og nøvn. Hvaðani kemur henda náttúran?
Pál: Lat meg sláa fast, at um eg veruliga var ambitiøsur, hevði eg ongantíð komi heim aftur til Føroya. Valið at arbeiða sum lækni í Føroyum er júst at vinka farvæl til fleiri ambitiónir, sum bert lata seg gera í høgum sessum uttanlands.
Men tað er tó rætt, at eg havi markerað meg, fyrst og fremst á granskingarøkinum og í sessinum sum læknastjóri í 11 ár, men hetta er meiri ella minni av tilvild. Tað var soleiðis, at eg fekk eitt granskingarstipendiat frá Københavns Universitet fyrst í áttatiárunum og fór í holt við at granska, og líka síðani hevur hugurin at granska elt meg og broytt mína lívsleið.
Upprunaliga var ætlanin tó ein onnur. Tá eg kom aftur til Føroya, søkti eg tvey kommunulæknastørv, sum eg ikki fekk, og í staðin gjørdist eg fyrst serlækni og síðani yvirlækni á sjúkrahúsverkinum, áðrenn eg gjørdist læknastjóri í eini sera turbulentari tíð í kreppuárunum, tá nógvar truplar avgerðir skuldu takast.
So sæð í bakspeglinum hevði eg møguliga als ikki verið eitt alment navn, um eg hevði fingið ein av hasum kommunulæknasessunum, eg upprunaliga ynskti og fór eftir, tí so hevði lívsleiðin verið ein onnur.
Klæmint: Um eg skal vera heilt erligur, so droymdi eg ikki um eitt leiðandi starv, og upprunaliga eri eg á ongan hátt ambitiøsur. Eg var vanligur verkfrøðingur á SEV, tá eg ein seinnapart í 1982 varð róptur inn á stýrisfund og fekk fyrispurning, um eg vildi taka við sum fyribils stjóri á SEV, tí verandi stjóri var vorðin sjúkur. Eg fekk bert 15 minuttir at umhugsa støðuna, eg segði ja, tí hesin møguleikin kom ikki aftur. Hetta hevur síðani myndað mína lívsleið. Eg var heilt einfalt tikin av fótum, tí eg helt meg ikki hava eginleikar at standa við róðrið.
So upprunaliga var tað mest sannlíkt, at eg skuldi gerast ein vanliga anonymur starvsmaður, og eg hugsaði als ikki um nakran stjórasess. Men eins og Pál sigur, eru føroysku tindarnir lítlir samanborið við útheimin, og Føroyar kunnu tí gerast lítlar fyri persónar við veruligum ambitiónum.
Illoyalir politikarar
Hvussu er lívið sum SEV-stjóri, læknastjóri og sum almennur persónur í Føroyum?
Pál: Sum heild hevur lívið í mínum yrki verið gott. Eg havi hitt góðvilja frá føroyska fólkinum, og eg havi havt nógvar møguleikar.
Klæmint: Eg havi fingið eitt rásarúm, sum hevur gjørt tað gjørligt at arbeiða og koma til úrslit, og eg havi notið frælsið at royna nýggjar leiðir.
Skapa føroysku myndugleikarnir so nóg stórt rásarúm og nóg góðar umstøður til tey, sum taka tungu tøkini og standa við stóru ábyrgdini í okkara samfelagi?
Pál: Nei, tað gera teir ikki, og hóast eg hyggjandi afturá sum heild eri glaður, havi eg eisini fingið eyga á eitt óheppið fyribrigdi, almennu Føroyar hava. Talan er um ein ávísan illoyalitet frá politiska myndugleikanum mótvegis sínum leiðarum. Eg upplivdi hetta sjálvur, tá politikararnir í kreppuárunum fyrst í nítiárunum heittu á okkum um at umsita eina stórliga skerda játtan. Vit játtaðu og fóru so í holt við truplu, neyðugu og keðiligu uppgávuna. Men tá vit so høvdu gjørt okkara arbeiði so væl, vit kundu, vórðu vit kritiseraðir sundur og saman, eisini av politikarum. Tað tykist, sum at politikararnir høvdu gloymt, at vit gjørdu tað keðiliga arbeiðið fyri teir. Eg stóð spyrjandi og upplivdi tá, at almennu Føroyar ikki vóru loyalar móti okkum, sum høvdu roynt at nútímansgera sjúkrahúsverkið hóast stórliga skerdar játtanir.
Klæmint: Í kreppuárunum var hetta eitt sera sjónligt rák, har einstaklingar í leiðandi sessum ferð eftir ferð vórðu gjørdir til "skurkar" av politiska myndugleikanum. Fólk vórðu av almennu Føroyum sett við róðrið, og tá tey royndu at loysa sínar uppgávur, vendu politikararnir kanónirnar móti teimum. Avleiðingin av hesum ráki var, at kapasitetar við førleika hildu seg aftur, og soleiðis motiverar tú ongan at taka tungu og neyðugu tøkini. Vit hava í dag enn eitt dømi, har leiðslan í Fiskavirking fær av at vita eftir skrædlið í Suðuroy, og atfinningarnar frá politikarum eru undir alt lágmark.
Hevur tú eisini upplivað hetta Klæmint?
Klæmint: Sum stjóri í SEV havi eg verið í fleiri orrustum við politiska myndugleikan, men eg hevði tann fyrimun, at mítt egna politiska bakland á fyritøkuni var allan vegin intakt og bakkaði upp. Vit stóðu saman, tá ágangurin var harðast frá politiskari síðu, og vit náddu settum málum. Men eg kann ímynda mær truplu støðuna hjá teimum leiðarum, sum umframt ágang frá myndugleikunum heldur ikki hava síni egnu at styðja seg til, sum eg hevði.
Men skulu okkara "valdsharr-ar" so ikki viðgerast kritiskt og gera roknskap fyri sín fram-ferðarhátt?
Pál: Sjálvandi skulu teir tað, og eg tosi als ikki um at økja komfortin hjá teimum á ovastu rók. Okkara leiðarar skulu sjálvsagt viðgerast kritiskt, men teir hava krav uppá eina sømiliga viðgerð, og tá politikararnir seta persónar at loysa ávísar uppgávur, skulu teir eisini stuðla hesum fólkum, tá tey fara í holt við at loysa uppgávurnar. Í staðin síggja vit, at persónar við ábyrgd støðugt verða andaðir í nakkan og gjørdir til syndabukkar. Ivi verður sáddur um teirra førleika. Um politiska baklandið er illoyalt, gerast okkara leiðarar hálvir, opportunistiskir og afturhaldandi í staðin fyri optimalir.
Eg sigi ikki, at ein og hvør ódugnaligur almennur stjóri skal sleppa at sita trygt í sínum sessi, men at politiski myndugleikin skal læra seg at stuðla alement líka til teir siga stop, eins og nevndir í partafeløgum gera við sínar stjórar.
Friður
Um tit hyggja afturá, høvdu tit við øllum hesum í huga ynskt tykkum eina meira friðarliga og anonyma lívsleið?
Pál: Hóast truplar uppgávur havi eg, sum eg segði í áðni, sum heild verið glaður og takksamur fyri tað, eg havi fingið loyvi til og upplivað, og eg havi eisini hitt stóra samfelagsliga vælvild. Hugsi her serliga um øll tey foreldur og børn, sum hava luttikið í mínum kanningum gjøgnum árini, og sum gera tað enn. Partar av mínum arbeiðsuppgávum hava verið í almennum ljósi, t.d. spurningar um fólkaheilsu. Tað er ein partur av arbeiðinum, og skuldi eg valt umaftur, hevði eg fari somu leið.
Klæmint: Eg eri glaður fyri, at eg segði ja til stjórasessin í SEV, og tað hevur verið mennandi og ein spennandi framíhjárættur. Men tað hevði verið naivt at hildið, at ein ikki fór at uppliva mótgongd, og mótgongdina havi eg so eisini tikið við. Onkuntíð hevur tað verið strævið, tá fjølmiðlarnir eru farnir eftir manninum í staðin fyri bóltinum, tá fokus er flutt frá málið til persón, og tá viðgerðin er vorðin ósømilig. Eftir hesi mongu ár á ovastu rók kundi eg tó ynskt mær minni alment ljós og meiri frið kring meg sjálvan.