Molde venjarin, Odd Berg, hevur stórt trýst á sær. Tað sást á øllum brøgdum á tíðindafundinum í niðastu hæddini á stásliga Molde stadion hóskvøldið. Hann segði seg vera lættan um, at tað endiliga hevði eydnast hansara monnum at skjóta mál, men hann var ikki heilt nøgdur við, at teir ikki vunnu meiri enn 2-0.
- Tað var ikki til at fata, at okkara menn meiri ella minni sleptu endanum síðstu løtuna. Tá áttu teir at havt givið alt og við triðja málinum syrgt fyri, at allur spenningur var farin úr hesum umfarinum, áðrenn vit skulu til Føroyar. Eg rokni avgjørt við, at tað fer at eydnast okkum at spæla okkum víðari í kappingini, men tað kundi havt verið teprari, um tað síðstu løtuna hevði eydnast hjá Klaksvík at skora eitt tilvildarligt mál. Teir vóru jú í og kring brotsteigin hjá okkum fleiri ferðir síðstu minuttirnar.
Roknar tú við, at mótstøðuliðið fer at vera meiri ágangandi, tá ið teir fara at eiga heimavøll?
- Teir eru væl komnir at halda seg á sínari helvt alla tíðina. Støðan hjá teimum er soleiðis, at teir bæði skulu ansa eftir, at vit ikki gera mál og sjálvir syrgja fyri at skora tvey mál. Eg dugi ikki at ímynda mær annað, enn at tað verður lættari hjá okkum, tá ið teir fara at flyta seg longri fram, enn teir gjørdu í kvøld.
Var tað støri bági hjá teimum ella tykkum, at vøllurin var so vátur?
- Tað var ein størri bági hjá betra fótbóltsliðnum, og eg haldi avgjørt, at vit áttu betra fótbóltsliðið. Undirlagið var orsøkin til, at vit ikki fingu ferð í spælið, og at vit ikki megnaðu at nýta breiddina og dýpdina soleiðis, sum vit frammanundan høvdu ætlað. Tað gjørdist eitt stríð heldur enn fótbóltsspæl, og vit vóru betri stríðsmenn enn mótstøðumenninir. Tað er í hvussu so er mín áskoðan.
Hvussu fara tit at fyrireika tykkum til útidystin?
- Vit skulu spæla tveir sera týdningarmiklar landskappingardystir, áðrenn vit skulu til Føroyar. Nú fara vit at hugsa um útidystin ímóti Lyn sunnudagin, og so taka vit eina og eina avbjóðing.
Eddie Gustafsson, gamli kappingarneytin hjá Jákupi Mikkelsen, var eisini á tíðindafundinum. Hann ásannaði, at tað altíð er torført at vera í málinum, tá ið so lítið er at gera, sum tað var hóskvøldið:
- Tað ræður um støðugt at liva við í spælinum og alla tíðina at vera klárur. Ímóti dystarenda høvdu teir eitt vandamikið fríspark, sum tað tíbetur eydnaðist at benda út um stólpan. Tað hevði ikki verið gott fyri okkum, um teimum hevði eydnast at gera mál.
Eftir bókini
Jan Joensen, KÍ venjarin, segði seg vera væl nøgdan við tað, sum hansara lið hevði avrikað:
- Líkindini vóru vánalig, men vit royndu at varðveita bóltin og flyta hann ímillum okkum, og eg haldi, at tað sum heild eydnaðist væl. Okkara lið stríddist, og eg eri sera fegin um, at tað síðstu løtuna eydnaðist okkum at leggja trýst á, í staðin fyri at vit kanska fóru niður við nakkanum, og tað í staðin vóru teir, sum trýstu. Teir fingu tvey bílig mál. Brotssparkið var óneyðugt, tað var ivasamt, og tað tóktist sum um, at talan var um rangstøðu, tá ið bólturin kom innfyri. Eg harmist um, at tað ikki eydnaðist okkum at skora eitt mál. Tað hevði gjørt uppgávuna minni torføra á heimavølli, men vit hava framvegis møguleikan.
Liðformaðurin og yngri beiggi venjaran, Allan Joensen, var hóast tapið heldur ikki heilt misnøgdur:
- Teir høvdu ikki nógvar upplagdar møguleikar, og eg haldi, at vit eiga at hava møguleika ímóti teimum á heimavølli. Tá fara vit vónandi at fáa góðan stuðul frá trúgvu og mannsterku áskoðarunum hjá okkum. Í kvøld vóru teir ikki so nógvir, men teir vóru óførir, og vit hoyrdu teir alla tíðina.
Var avrikið hjá Molde soleiðis, sum Kurt Mørkøre og Jákup Mikkelsen frammanundan høvdu greitt tær frá, spyrja vit, og Jan Joensen svarar soleiðis:
- Teir søgdu, at Molde fór at spæla við longum sendingum, og soleiðis varð tað. Teir søgdu eisini, at vit skuldu rokna við, at Molde spælararnir fóru at vera ógvuliga kropssterkir. Tað haldi eg ikki, at teir vóru. Okkara stóðu einki aftanfyri teir í nærdystunum.