Brak á Giljanesi

Toppdystur verður í meistaradeildini hjá kvinnum sunnudagin, tá Dráttur tekur ímóti ÍF. Hesi bæði liggja jøvn á odda, so vinnandi liðið leggur seg einsamalt á odda í bestu kvinnudeildini

Upptakt Dráttur-ÍF:


Bæði Dráttur og ÍF hava verið partar av oddastríðnum í alt ár. Nú er kappingin farin út í endaspælið, og enn eru júst hesi bæði liðini at finna í oddinum í meistaradeildini hjá kvinnum. Tey liggja jøvn í stigum, og einasti munurin er í settum, har ÍF er eitt sindur betri.
Kvinnurnar hjá Drátti hava verið heldur óstabilar síðstu dystirnar. Av síðstu fýra dystunum hava tær vunnið tveir og tveir eru endaðir við tapi. Tær fingu tó eina góða byrjan uppá endaspælið síðsta vikuskiftið, tá tær vunnu á Mjølni í Klaksvík, og líkt er til, at Dráttur hevur fingið glið á aftur spælið.
Gongdin hjá ÍF hevur hinvegin verið rættiliga góð síðstu dystirnar. Tær hava vunnið fýra av seinastu fimm dystunum, og einasta tapið kom, tá tær møttu SÍ á Kambsdali. Fyri tveimum vikum síðani vunnu tær eisini sannførandi 3-0 sigur í Trongisvági ímóti TB, og hetta var fyrsta tap á heimavølli hjá TB í ár. ÍF fekk eisini eina óða byrjan uppá endaspælið, tá tær vunnu tryggan sigur á Kambsdali ímóti KÍF.
Dráttur og ÍF hava leikt tvær ferðir áður hvør ímóti øðrum í ár. Fyrsti dystur teirra millum var allar fyrsti dystur á árinum. Her møttust tey á Giljanesi, og tann dystin vann Dráttur 3-2, eftir at ÍF hevði ført 2-0. Seinni dysturin var á skránni fyri góðum mánað síðani, og eisini tann dystin megnaði Dráttur at vinna 3-2.
Nú møtast liðini so aftur, og Dráttur má sigast at hava havt takið á ÍF í ár. Dystirnir teirra millum hava tó verið sera javnir, og tí kunnu áskoðararnir enn einaferð vænta ein javnan og spennandi dyst.
Dráttur skal royna at halda fast í  takinum, tær hava havt á ÍF í ár, meðan ÍF skal royna at fáa fyrsta sigurin á Drátti hetta kappingarárið.