Brak í Hoyvík

Í kvøld klokkan 20 verður Hot Spot í Klubb 188 í Hoyvik tikið í nýtslu.

- Hotspottið hevur størstu internetferðina, og nú er frítt hjá okkara ungdómi í Hoyvík at leinka, streama, spæla ella bara vera online á teldu ella fartelefon. Tey ungu skulu hava eina kodu fyri at koma inn á WIFI- hot spottið, og KT-deildin hjá Tórshavnar kommunu hevur staðið fyri uppsetan og trygdini.

Tað sigur Levi Mørk, leiðari í Klubb 188.

Hann leggur aftrat, at henda tráleysa skipan er annars á Býarbókasavninum og kemur í nýggju bussleiðini ein av komandi døgum.

- Í hesum sambandi verður tað borgarstjórin, Heðin Mortensen, sum fer at halda røðu.

Sjálvur fer Levi Mørk, sum eisini er býráðslimur, at avdúka hesa nýggju hot spot skipan.

Eftir hetta verður opið fyri øllum ungum úr 8. flokki til 18 ár.

- Klubb 188 hevur opið til klokkan 02 í nátt, og eitt nú fáa vit vitjan av einum heavi metal tónleikabólki úr Runavík, sum kallast "Konqueror", sigur leiðarin.