Bramsen: – Uttan radaran hevur fíggindin frítt spæl

– Vit eru noydd til at fyrihalda okkum til, at summi lond hava ein heilt annan atburð, enn tey hava havt, sigur Trine Bramsen, verjumálaráðharri

Herfyri gjørdist greitt, at tvey russisk eltiflogfør hava gjørt seg inn á danska loftrúmið tvær ferðir. Sjálvt um tey vórðu ávarað, so flugu tey inn á danskt øki, har tey ikki eru vælkomin. Hetta var uppi yvir Bornholm. Trine Bramsen, verjumálaráðharri, tekur hetta stuntið í størsta álvara, og nettupp hetta vísir eisini tørvin á einum radara í Føroyum, meinar hon.

 

– Tey russisku flogførini gjørdu eina øgiliga sjónliga provokatión. Um vit skulu halda eyga við sovorðnum markbrótandi atburði í Føroyum, so mugu vit hava radaran, sigur hon í samrøðu við Sosialin.

 

– Men radarin er har ikki í dag. Radarin er týdningarmikil, tí so fáa vit ta tøknina, sum skal til fyri at halda eyga. Hetta er fyri at kunna fylgja við í, hvat flýgur uppi í loftrúminum, og um onkur flýgur uppi yvir Føroyum, ella um aðrir formar fyri óynsktum aktiviteti verða gjørdir, sigur Trine Bramsen.

 

– Uttan radaran á Bornholm, so hevði mann jú ikki havt myndir av, at tvey russisk flogfør á so aggressivan hátt flugu inn yvir Christiansø. Vit eru noydd til at fyrihalda okkum til, at summi lond hava ein heilt annan atburð, enn tey hava havt, sigur verjumálaráðfrúan.

 

Trine Bramsen heldur tað tí vera av størsta týdningi, at vestara samgongan fær ein NATO-viðurkendan radara í Føroyum. Tí uttan ein radara er eitt hol í, og har er tí einki eftirlit í løtuni.

 

– Harvið hevur fíggindin frítt spæl og kann gera óynsktar aktivitetir og kanska í ringasta føri gera aktivitetir, sum hava til endamáls at niðurberja okkara demokrati. Einki demokratiskt samfelag ynskir tað. Hvørki tað amerikanska ella danska ella onnur NATO-sameind, sum byggja á demokratisk virðir, sigur Trine Bramsen.