Brandur Enni, sum býr í Svøríki, er tónleikari burturav. Í kvøld fer hann at greiða frá, hvussu tað er at liva sum tónleikari burturav. Brandur Enni byrjaði sum barnastjørna í Føroyum. Brandur er 20 ára gamal og hevur tikið útbúgving í Svøríki. Mongu sambondini, ið knýtt eru har, endaðu fyri stuttum við eini fløguútgávu. Fløgan kom eisini út í Føroyum og hevur verið væl fagnað.
Brandur hevur, hóast ungur, roynt mangt, m.a. at luttikið í svensku Eurovisionkappingini.Hann sang eisini svensku útgávuna av High School Musical 3, ið er kend Disney ungdómsrøð.
Hann er eisini heiðraður við Planet heiðursløn.
Í kvøld klokkan 19:30 ber til at hoyra Brand greiða frá lívinum sum tónleikari. Hetta fer fram í Pakkhúsi 4 á Tvøroyri. Hann spælir eisini nøkur av sínum løgum, umframt at greiða frá tónleikalívinum.