Brandur H. Olsen var í kvøld við til at skjóta FCK í hálvfinaluna í donsku steypakappingini, tá ið tað eydnaðist teimum at vinna ímóti Randers eftir brotssparkskapping. Dysturin endaði annars 0-0.
Brandur varð settur á vøllin tá ið ein minuttur var eftir av longdu leiktíðini. Hetta var við tí fyri eygað, at hann kundi skjóta í brotsparkskappingini, og Brandur sveik ikki álitið.
Les eisini: Brandur skoraði í brotssparkskapping
Hann varð settur at skjóta brotsspark nummar tvey, og brotssparkið setti hann trygt og yvirlegið upp ímóti vinstra horni. Venjarin hjá FCK, Ståle Solbakken, stórfegnast og gevur føroyinginum rós.
- Hann hevur eina ótrúliga psyku. Hann veit rætt og slætt ikki hvat ótti er, og so hevur hann eitt sera, sera gott skot, sigur Ståle Solbakken í kvøld við DR og leggur afturat:
- Hatta var einasta skotið, har eg var eitt sindur nervøsur. Um hann misnýtti, so mátti eg taka alla ábyrgdina á meg. Eg var hóast alt rímiliga vísur í, at hann fór at seta hann inn, tí hann er ein kaldur fiskur, sigur Ståle Solbakken.
FCK vann brotssparkskappingina 5-4 og skal í hálvfinaluni møta Esbjerg. Hálvfinalan verður leikt í tveimum dystum, hin fyrri 15./16. apríl og hin seinni 29./30. apríl.