Tað mundi kennast lítið hugaligt hjá føroyska landsliðsspælaranum Brandi Hendrisson Olsen, tá ið liðið hjá honum í gjárkvøldið spældi fyrsta landskappingardystin í ár í bestu svensku deildini.
Tað var á Olympia stadion í Helsingborg, har Helsingborg IF hevði vitjan av Varbergs Bois, sum er spildurnýtt lið í bestu deildini. Orsakað av korunu vóru eingir áskoðarar kring vøllin.
Gestirnir fór til hús aftur við 3-0 sigri. Hetta var stórt vónbrot fyri favorittarnar í HIF.
Sæð við føroyskum brillum var tað merkisvert, at Brandur Hendriksson Olsen var ikki á listanum. Hann var hvørki á vøllinum ella á beinkinum.
Venjari hjá Helsingborg IF er fyrrverandi liðformaðurin á svenska landsliðnum Olof Mellberg. Hann sigur við svenskar miðlar, at tað bar ikki til hjá Brandi at vera við, tí hann er skaddur.
Tað verður sagt, at hópurin er ikki serliga væl mannaður, og at tað kemur illa við, at fleiri spælarar eru skaddir. Umframt Brand Hendriksson Olsen snýr tað seg eitt nú um miðverjan og liðformannin bæði í Helsingborg og á svenska landsliðnum, Andreas Granqvist, sum var sjúkur í gjárkvøldið. Hann varð kannaður fyri koronu, men tað varð staðfest, at hann ikki er sjúkur av korunu.
Venjarin, Olof Mellberg, var vónsvikin og ásannaði, at avrikið var eyðkent av, at har var nógv, sum ikki var, sum tað eigur at vera.
Venjarin og teir í Helsingborg eru misnøgdir við, at teir londu hóskvøldið aftur skulu í eldin. Tá skulu teir spæla á útivølli ímóti Kalmar FF, sum spældi í gjár og harvið hevur ein dag meiri til hvíld, enn teir í Helsingborg hava.
Skráin er tøtt tey fyrstu umførini, tí Helsingborg skal spæla í Kalmar hóskvøldið og mánakvøldið á heimavølli ímóti Elfsborg.