Brandur og Ajax skulu spæla uppflytingardystir

Tað eydnaðist Ajax Keypmannahavn at halda fast um triðja plássið í næstbestu donsku hondbóltsdeildini

Brandur Halgirsson og liðfelagarnir í Ajax Keypmannhavn skulu spæla uppflytingardystir móti nummar tvey í næstbestu donsku hondbóltsdeildini, Skive um rættin at spæla í bestu donsku hondbóltsdeildini komandi kappingarár. Spælt verður best av trimum dystum.

Tað er greitt aftaná seinasta leikumfarið í næstbestu donsku hondbóltsdeildini, ið var avgreit í dag.

Tað eydnaðist Ajax at halda fast við triðja plássið í harðari kapping við Midtjylland, ið endaði eitt stig aftanfyri Ajax.

Ajax vann við einum máli 29-28 á Otterup á útivølli. Tá lítið meir enn ein minuttur var eftir var Ajax á odda 29-26, so tað har vóru nervar allarseinastu løtuna, men Ajax kundi anda lættan, og nú kunnu Brandur og liðfelagarnir fara undir at fyrireika seg til upp- og niðurflytingardystir. Brandur skoraði eitt mál fyri Ajax í dag. 

Midtjylland vann á heimavølli tepran 29-27 sigur á føroyingaliðnum, SUS Nyborg. Í steðginum var Midtjylland á odda 14-12. Tróndur Mikkelsen skoraði fimm mál fyri Nyborg í dag.

Rói Berg Hansen og liðfelagarnir í HØJ endaðu kappingini væl á heimavølli við at vinna góðan 26-22 sigur á Skive, ið endaði næstovast. Í steðginum var HØJ á odda 14-11. Rói Berg Hansen skoraði trý mál fyri HØJ í dag. 

Teis Horn Rasmussen skoraði tvey mál fyri Tønder sum í dag loksins vann ein sigur aftur. Tønder vann 29-23 á Odense á útivølli. Í fyrra hálvleiki leikaði javnt á, og var støðan í steðginum javnleikur 13-13, men í seinna hálvleiki var Tønder greitt tað betra liðið.

Rókur Akralíð var ikki við tá lið hansara, HEI Skæring á útivølli tapti greitt 25-39 fyri oddaliðnum og staðfestu uppflytarunum hjá Nordsjællandi. Í steðginum var Nordsjælland á odda 19-8.

Einki lið flytur niður hesaferð. Vegna Korona-støðuna eru bara kappingarnar í tveimum teimum fremstu deildunum í gongd. 

Endaliga støðan: 

 

NrLið DystirStig
1Nordsjælland2647
2Skive 2640
3Ajax 2637
4HC Midtjylland2636
5HØJ 2633
6IK Skovbakken2627
7Grindsted2627
8Sydhavsøerne2626
9Otterup HK2625
10HEI Skæring2621
11Tønder2617
12Vendsyssel2612
13HC Odense2611
14SUS Nyborg265