Brandur H. Olsen var við allan dystin tá lið hansara, Helsingborg sum triðbesta liðið í næstbestu svensku fótbóltsdeildini leikti fyrra uppflytingardystin móti triðniðasta liðnum í bestu fótbóltsdeildini, Halmstad.
Tað gekk ikki heilt eftir vild. Halmstad vann dystin 1-0, og hevur eitt sera gott útgangsstøðið til returdystin í Halmstad komandi týskvøld.
Talan var ikki um ein dyst við nógvum málmøguleikum. Skothagtølini vísa fýra royndir til Halmstad og tríggjar royndir til Helsingborg.
Sigursmálið hjá Halmstad kom longu tá sjey minuttir vóru spældir av dystinum.
Brandur fekk eitt gult kort tíðliga í dystinum.
Samlaði vinnarin av báðum uppgerðunum sleppur at spæla í Allsvenskuni komandi kappingarár.