Brandur og Helsingborg undir niðurflytingarstrikuni

Allsvenskan: Brandur Hendriksson var nær við at skora hegnisligt mál, men gongdin er ikki góð

Helsingborg IF er í løtuni undir niðurflytingarstrikuni í bestu svensku deildini. Liðið tapti í dag 3-2 móti Örebro og serliga Nahir Besara, sum skoraði tvey og legði upp til eitt mál.

Heimaliðið úr Örebro gjørdi skjótt av í fyrra hálvleiki. Longu aftaná 24 minuttir hevði Nahir Besara bæði skora og lagt upp til mál. Tá komu gestirnir úr Helsingborg í gongd. Fyrts javnaði Anthony van den Hurk og nærmastur at javna var Brandur Hendriksson, tá hann royndi at lyfta bóltin uppum málverjan.

Tað endaði við, at Nahir Besara átta minuttir fyri tíð kundi økja frá brotssparksblettinum til 3-1. Tá bleiv føroyski miðvallarin skiftur út og Helsingborg satsaði alt seinastu løtuna. Tað gav eitt mál, sum áleyparin Max Svensson skoraði, men tað var ikki nokk.

Nú byrjar at blíva spennandi, tí tað eru bara fimm umfør eftir. Helsingborg er nummar 14 av 16 og tað júst undir niðurflytingarstrikuni. Teir kappast við kenda stórfelagið IFK Göteborg, sum hevur 24 stig á 13. plássi.

                          Nummar - Felag - Dystir - Málúrtøka - Stig

1Malmö FF252650
2BK Häcken241440
3IFK Norrköping241439
4Djurgårdens IF241239
5IF Elfsborg24739
6Hammarby25539
7IK Sirius FK24-135
8Östersunds FK25-333
9Örebro SK25-433
10Mjällby AIF25-432
11AIK23-230
12Varbergs BoIS FC24-527
13IFK Göteborg25-1224
14Helsingborgs IF25-1322
15Falkenbergs FF25-1620
16Kalmar FF25-1820