Tað gekst einki serligt hjá FCK og Brandi H. Olsen, tá ið teir í kvøld høvdu vitjan av Randers FC í donsku Superliguni. FCK var á 2. plássi 11 stig aftanfyri oddaliðið FC Midtjylland, meðan Randers FC var á fjórða plássi.
Randers FC legði seg á odda beint undan hálvleikssteðginum við máli frá Mikael Ishak, og tá ið tað restaði gott korter av dystinum var hann aftur á blettinum og økti til 2-0. Í seinasta minutti av dystinum staðfesti Nicolai Brock-Madsen ein tryggan 3-0-sigur til Randers FC.
Brandur H. Olsen varð innskiftur tá ið 13 minuttir vóru eftir av dystinum, men føroyski landsliðsleikarin varð rikin av vølli í tíðini, sum dómarin hevði lagt afturat. Hann fekk beinleiðis reytt kort.
- Ógvuliga býtt av unga FCK-leikaranum. Í øðini sparkar hann Kasper Fisker. Reyða kortið var í lagi, skrivar Ekstrablaðið.