Brandur Sandoy spyr um koyrikort

Fyrr var eitt vanligt koyrikort var galdandi, til eigarin fylti 70 ár. Ein lógarbroyting ger, at um tú nú skal hava eitt nýtt koyrikort, er tað einans galdandi í 15 ár. Brandur Sandoy, tingmaður, spyr nú landsstýrismannin, hví so er

Brandur Sandoy, tingmaður fyri Fólkaflokkin, hevur sett landsstýrismanninum Jørgeni Niclasen ein grein 52-fyrispurning um, hví ein lógarbroyting ger, at fólk nú kunnu missa fingin rættindi í sambandi við koyrikort.

Brandur Sandoy skrivar í viðmerking til fyrispurningin, at tað frættist frá fólki, at rætturin tey hava fingið til at koyra bil, til tey eru vorðin 70, fellur burtur, um so er, at tey av ávísum ávum eru noydd at endurnýggja sær plastkoyrikortið.

Fyrr var tað so, at eitt koyrikort var galdandi til tú fylti 70 ár, og so noyddist tú at endurnýggja tað. Men ein lógarbroyting hevur gjørt, at eitt koyrikort, sum verður givið út í dag, bert er galdandi í 15 ár, og 5 ár fyri lastbil.

“Um koyrikortið er slitið, tvs. mynd og tekstur eru vorðin ov kám, ella um tú hevur broytt navn eitt nú við giftu, og løgreglan heitir á teg um at fara til Akstovuna at skifta tær plastkoyrikortið út, so er nýggja kortið bara galdandi í 15 ár fyri persónbil og 5 ár fyri lastbil,” sigur Brandur Sandoy í sambandi við fyrispurningin.

 “Nýggj lóg er komin í gildi fyri fáum árum síðan, og er tað tulkingin av hesum lógarteksti sum ger, at lógin verður praktiserað á hendan hátt. Neyvan hevur hetta verið ætlanin við nýggju lógini, hetta at rætturin at koyra bil verður skerdur, sjálvt um viðkomandi als ikki hevur forbrotið seg ímóti lógini,” sigur Brandur Sandoy.

“Hetta, at fólk sum sambært tá galdandi lóg hava vunnið sær ein rætt, í tíð og ótíð skulu gjalda fyri at fáa hendan rætt endurnýggjaðan, tykist órímiligt, og spurningurin er, um tað er fult lógligt at taka vunnin rættindi aftur frá fólki við einum pennastroki,” sigur tingmaðurin, sum setir tríggjar spurningar:

1. Hví missa fólk, sum hava fingið rættindini til at koyra bil til tey eru 70 ár, hesi rættindi, sjálvt um tey ikki hava brotið lógina?

2. Er talan um ivamál í tulkingum av lógarteksti, ella er lógin púra greið hesum viðvíkjandi?

3. Hevur landsstýrismaðurin ætlanir um at broyta lógina ella Akstovan fyrisitingarpraksis, soleiðis at tey, sum hava vunnið sær rættindi at hava koyrikort, til tey eru fylt 70 ár, ikki missa hesi rættindi, um so er, at tey ikki forbróta seg ímóti ferðslulógini?

 

Landsstýrismaður skal svara innan 10 dagar.